Skip to content Skip to footer

Danmark

Andreas Odbjerg

Um bólkin

Nú kemur kendi poppsangarin Andreas Odbjerg fyri fyrstu ferð til Føroya at hava konsert saman við bólki sínum.

Andreas Odbjerg spælir á Summar Festivalinum 2026, og lagt er upp til eina ordans hittkonsert á Vágsbø við væl umtókta sangaranum.

Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, hevur skrivað sangir og sungið í nógv ár, men fyrsta ábendingin um gjøgnumbrot kom við ep-útgávu í 2020. Árið eftir hittaðu Andreas Odbjerg og Tobias Rahim við sanginum "Stor mand". Í 2022 kom fyrsta heildarútgávan hjá Andreas Odbjerg, og tá fingu fólk risahitt sum "I morgen er der også en dag" og "Hjem fra fabrikken".

Í 2021 vann Andreas Odbjerg heiðurslønir sum "Ársins nýggja danska navn" og "Ársins sangskrivari" á Danish Music Awards.

Síðani hevur Andreas Odbjerg við fleiri hittum aftrat og við nógvum frálíkum framførslum vunnið fram sum ein av best umtóktu poppsangarunum í Danmark. Hann hevur støðugt verið á hitlistunum, hann hevur verið sera nógvir spældur í útvarpi, og hann hevur spælt útseldar konsertir víðahvar.

Fyrsta konsertin hjá Andreas Odbjerg í Føroyum verður á Summar Festivalinum 2026.

Andreas Odbjerg spælir á Vágsbø leygarkvøldið 8. august.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.