Skip to content Skip to footer

Føroyar

Anfinn & Co

Um bólkin

Anfinn Nielsen, siglandi klaksvíkingur í Nólsoy, hevur síðani miðskeiðis í áttatiárinunum skrivað, sungið og útgivið tónleik á føroyskum máli. Anfinn & Co hava sungið um alt frá húki og fugli til Føroyar og kærleika.

Fólksligi tónleikurin hjá Anfinni og hansara monnum er stundum skemtandi og viðmerkjandi og stundum vakur og sigandi. Hittini eru mong í talið – til dømis Sirkus Tinganes, Í skúrið, Mítt Hjarta pumpar fyri tær, Gubbi og eg og Lítli fuglur.

Anfinn & Co eru framúr á palli. Teirra framførslur eru undirhaldandi og lívligar, og Anfinn Nielsen kemur við sínari sterkastu manning á Summar Festivalin at spæla.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.