Skip to content Skip to footer

Føroyar

Byrta

Um bólkin

Seinastu tvey árini hevur poppduoin Byrta verið á frontinum í føroyskum elektrotónleiki. Teirra melodiøsa og popputa tulking av elektrotónleikinum hevur verið eitt støðugt hitt. Sangirnir við føroyskum teksti, fangandi løgum og framfýsnum rútmum og tónliki hava fangað ung sum tilkomin.

Janus Rasmussen og Guðrið Hansdóttir hittust í Reykjavík í 2012, og tey skaptu har grundarlagið undir Byrta. Tá ið fyrsta útgávan kom frá bólkinum í 2013, var gjøgnumbrotið so vist og trygt sum regn í Føroyum.

Byrta hevur spælt heima og burturi síðani 2013, og í august leita tey aftur á landsins størsta tónleikafestival, har tey áður hava havt eina framúr konsert.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.