Danny Baldursson fer frameftir at geva tónleik út sum solistur, og í august hevur hann framførslu á Summar Festivalinum.
Danny Baldursson fekk gjøgnumbrot saman við bólkinum Danny & The Veetos í 2013, tá ið teir komu inn á føroyska tónleikapallin sum eitt frísk og tiltrongt lot. Síðani hevur Danny verið ein profilur í føroyskum tónleiki. Hann hevur skrivað fleiri stór popphitt, og hann er framvegis sera virkin sum sangskrivari og tónleikari.
Danny fer seinni í ár og frameftir at geva nýggjan tónleik út sum solistur, og gestirnir á Summar Festivalinum sleppa at hoyra fleiri av hesum nýggju sangum. Eisini fer hann at spæla góðar, kendar sangir sum "Sunnukvøld í mai", "Alright", "Farvæl", "Stúr ei meir" og "Eg var lítil". Framførslan fer bæði at peika frameftir og líta aftureftir.
Í bólkinum spæla: Danny Baldursson, Símun Dam, Fríði Bjarkhamar, Rúni Hentze, Jóhan Hentze og finnlendingurin Camu Creutz, sum er eisini framleiðir tónleik hjá Danny.
Um bólkin