Skip to content Skip to footer

Føroyar

Danny & The Veetos

Um bólkin

Danny & The Veetos er bólkur, sum byrjaði at spæla fyri hálvum øðrum ári síðani. Teir hava hesa tíðina havt ymsar framførslur og vóru eisini við á Summar Festivalinum í fjør.
Nú boð eru eftir teimum til ársins festival, hava teir styrkt bólkin við trimum tónleikarum afturat – harímillum ein trompetspælara:
Bólkurin spælir fólkapopp við elektroniskum elementum í. Teir spæla egin løg, men tríva kanska í okkurt tøkulag. Og nú teir verða átta tónleikarar á pallinum, ber til at geva tónleikinum enn meira flog og dýbd.
Danny Baldursson er sangari, og afturat honum eru Páll Brim Joensen, Jóhan Nolsøe, Robert Waagstein, Símun Dam, Leivur Vitalis, Rúni Hentze og Byrnjar J. Olsen.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.