Skip to content Skip to footer

Føroyar

Døgg Nónsgjógv

Um bólkin

18 ára gamla Døgg Nónsgjógv gav í 2013 tveir sangir út umvegis iTunes, og tað vóru tvey plettskot. Sangirnir ”Tú tók mína hond” og ”Tú ert hjá mær” vóru sera nógv spældir á útvarpsrásunum, og ikki minst ”Tú tók mína hond” hevur verið eitt veruligt hitt í Føroyum.
Sangurin varð eisini kostin Ársins sangur á Faroe Music Awards fyrr í ár.
Døgg hevur havt ymsar framførslur, síðani hon fyri einum góðum ári síðani kom inn á føroyska tónleikapallin, og hon hevur eisini á palli víst, at hon er evnarík.
Nú er stundin komin, at Døgg vitjar á landsins størsta tónleikatiltakið. Døgg spælir á Torginum, og ein av sangunum, hon fer at spæla, verður uttan iva ”Tú tók mína hond”.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.