Skip to content Skip to footer

Føroyar

Hans Jacob Hjelm

Um bólkin

Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú kemur Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð. Hans Jacob og vinmenn, sum hesa ferð eru Jens Johannesen, René Jespersen, Dagfinn Olsen og Hjalmar Magnussen, fara at hava konsert í Tjaldinum. Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og bólkurin fer ivaleyst eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru alt sangir, sum mangir føroyingar kenna – »Læandi gullbrúnu eygu«, »Tá country kom til Skopun«, »Nú og so alt lívið« og »Fagri flokkur«. Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.