Eyðun Jacobsen er sera virkin í føroyskum gospeltónleiki. Hann syngur, skrivar sangir, gevur út, framførir og hjálpir øðrum tónleikarum við útgávum. Hann hevur gjørt nógvar ferðir til Nashville at gera innspælingar – bæði hjá sær sjálvum og saman við øðrum.
Klaksvíkingurin gav longu í áttati árunum út gospeltónleik, og hann hevur síðani verið virkin í nógvum samanhangum – bæði í bólkum, kórum og sum solistur.
Eyðun Jacobsen luttekur á ársins Summar Festivali og spælir á Torginum.
Um bólkin