Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum. Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.
- Tá ið vit eru á palli sum Grandma’s Basement, skal tað ikki verða ov seriøst. Tað skal heldur vera fest og ballada, siga tónleikarar í Grandma’s Basement.
Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, teir hava spælt inn og givið út, hava vunnið Planet Awards, hittað við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – ikki minst á Summar Festivalinum.
Um bólkin