Skip to content Skip to footer

Føroyar

Guðrið Hansdóttir

Um bólkin

Sangskrivarin og songkvinnan Guðrið Hansdóttir hevur síðani 2007 givið fimm útgávur út og hevur spælt víðahvar í heiminum. Harafturat hevur hon eisini verið partur av bólkinum Byrta, sum eisini hevur givið tónleik út. Guðrið hevur hesi árini verið millum fremstu og mest virknu songkvinnur í Føroyum.

Í heyst kom seinasta útgáva hennara, Painted Fire, og í tí sambandi spældi Guðrið millum annað í Týsklandi og Sveis.

Nú Guðrið Hansdóttir vitjar aftur á Summar Festivalinum, fer hon at spæla sangir av seinastu útgávuni, og hon fer eisini at tríva í onkrar av teimum gomlu sangunum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.