Skip to content Skip to footer

Føroyar

HARALDSEN

Um bólkin

HARALDSEN fer at diska til ársins dansiveitslu í tjaldinum!

HARALDSEN er ein tann mest spennandi og mest eftirspurdi DJ í Føroyum í løtuni. Handan HARALDSEN er Beinta Haraldsen, sum á ein heilt serligan hátt skapar ein veitsluróma á einum og hvørjum dansigólvi. Hon er kend fyri evnini at seta saman tónleikasett, sum fáa dansigólvið at kóka hvørja ferð!

HARALDSEN spælir tónleik úr nógvum ymiskum sjangrum, sum tilsamans skapa eitt ljóðlandslag, sum er bæði nostalgiskt og nútímans. HARALDSEN er eisini kend fyri at lata nógvar kendar føroyskar sangir í ein heilt nýggjan ham á dansigólvinum.

HARALDSEN hevur diskað til eina ørgrynnu av tiltøkum kring landið. Nú fer hon at enda ársins Summar Festival við einari ógloymandi veitslu í tjaldinum!

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.