Skip to content Skip to footer

Føroyar

Herborg Torkilsdóttir

Um bólkin

Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir verður við á Summar Festivalinum í august.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Herborg hevur eisini útgivið fleiri sangir á donskum máli, og teir hava verið sera væl umtóktir – eisini á Dansktoppen, har hon hevur verið nummar 1.

Á Summar Festivalinum hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen á Torginum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.