Songkvinnan Jakobina Ellingsgaard fer nú at hava konsert á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð. Hon fer at framføra sangir, sum hon sjálv hevur givið út, ella sum hon saman við øðrum hevur givið út.
Framførslan á Summar Festivalinum verður saman við bólki, ið er mannaður við Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave, sum eisini eru kendir úr bólkinum Deiggj. Tey trý spældu í útisetabólkinum Flytifuglar í seinnu hálvu av 1980'unum, og nú spæla tey aftur saman.
Tey eru væl samanspæld trio, sum spælir fólkatónleik av tí gamla slagnum. Sangirnir eru fangandi, orðini eru yrkt av nøkrum av kendastu yrkjarum í landinum, og framførslan bjóðar ljómandi tónleik og góðan sang.
Tey spæla ymisk ljóðføri – gittar, ljómborð, harmonikku, beinrútmu og ymisk slagverk – og tey skifta ímillum at syngja einræddað og fleirræddað.
Í 2024 gav Jakobina út staklagið "Læra vit nakrantíð", sum er ein týðing av kenda sanginum "Where Have All The Flowers Gone", ið Niels Midjord, sáli, týddi til føroyskt.
Í 2007 gav Jakobina út fløguna " jakobina rensl", sum Terji Rasmussen tók upp, og klakksvíkingurin Olivur við Neyst gjørdi permumyndina til. Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til hesa útgávu, men tað hevur Jakobina sett sær fyri gera nakað við. Kendastu sangir frá útgávuni munnu vera "Í mánalýsi", sum er yrking hjá Hans Jákup Glerfoss, ið Jakobina gjørdi lag til, "Viðføri mítt" við yrking eftir Alexandur Kristiansen og lagi eftir Jakobinu, og so "Sátt" eftir Kára P, sum Pauli Hansen, beiggi Jakobinu, gjørdi lag til.
Í 1982 var Jakobina týðandi partur av útgávuni "Gluggamynd " hjá Glataðu spælumonnunum. Á hesi útgávu vóru nógvar perlur, sum nú aftur verða at hoyra, og sigast kann, at tær tola væl dagsins ljós. Kendasti sangurin av útgávuni man verða "Til Boga og allar nýføðingar í verðini" – ein yrking eftir Jóanes Nielsen, sum Jakobina og Pauli gjørdu lag til. Hetta verður ein heilt serlig konsert við góðum føroyskum fólkatónleiki. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Um bólkin
Songkvinnan Jakobina Ellingsgaard fer nú at hava konsert á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð. Hon fer at framføra sangir, sum hon sjálv hevur givið út, ella sum hon saman við øðrum hevur givið út.
Framførslan á Summar Festivalinum verður saman við bólki, ið er mannaður við Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave, sum eisini eru kendir úr bólkinum Deiggj. Tey trý spældu í útisetabólkinum Flytifuglar í seinnu hálvu av 1980'unum, og nú spæla tey aftur saman.
Tey eru væl samanspæld trio, sum spælir fólkatónleik av tí gamla slagnum. Sangirnir eru fangandi, orðini eru yrkt av nøkrum av kendastu yrkjarum í landinum, og framførslan bjóðar ljómandi tónleik og góðan sang.
Tey spæla ymisk ljóðføri – gittar, ljómborð, harmonikku, beinrútmu og ymisk slagverk – og tey skifta ímillum at syngja einræddað og fleirræddað.
Í 2024 gav Jakobina út staklagið "Læra vit nakrantíð", sum er ein týðing av kenda sanginum "Where Have All The Flowers Gone", ið Niels Midjord, sáli, týddi til føroyskt.
Í 2007 gav Jakobina út fløguna " jakobina rensl", sum Terji Rasmussen tók upp, og klakksvíkingurin Olivur við Neyst gjørdi permumyndina til. Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til hesa útgávu, men tað hevur Jakobina sett sær fyri gera nakað við. Kendastu sangir frá útgávuni munnu vera "Í mánalýsi", sum er yrking hjá Hans Jákup Glerfoss, ið Jakobina gjørdi lag til, "Viðføri mítt" við yrking eftir Alexandur Kristiansen og lagi eftir Jakobinu, og so "Sátt" eftir Kára P, sum Pauli Hansen, beiggi Jakobinu, gjørdi lag til.
Í 1982 var Jakobina týðandi partur av útgávuni "Gluggamynd " hjá Glataðu spælumonnunum. Á hesi útgávu vóru nógvar perlur, sum nú aftur verða at hoyra, og sigast kann, at tær tola væl dagsins ljós. Kendasti sangurin av útgávuni man verða "Til Boga og allar nýføðingar í verðini" – ein yrking eftir Jóanes Nielsen, sum Jakobina og Pauli gjørdu lag til.
Hetta verður ein heilt serlig konsert við góðum føroyskum fólkatónleiki.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.