Skip to content Skip to footer

Føroyar

Jens Marni

Um bólkin

Rocksangarin við teimum mongu hittunum spælir á ársins Summar Festivali.

Jens Marni Hansen er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Røddin er eyðkend og góð, og sangirnir eru kendir og fangandi.

Hann var unglingi, tá ið hann byrjaði at spæla alment, og hann hevur gjøgnum árini verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn.

Jens Marni er tó best kendur undir sínum egna navni, og hann hevur sum solistur givið fleiri útgávur og nógvar sangir út. Fleiri av sangunum eru fólkaogn.

Jens Marni hevur konsert á Torginum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.