Skip to content Skip to footer

Føroyar

Joe & The Shitboys

Um bólkin

Teir eru nakað av tí frekasta og festligasta, sum finst í føroyskum tónleiki í løtuni.

Joe & The Shitboys spæla punkrock við fullari ferð, og teir geva seg fult og heilt á pallinum. Tónleikurin hjá teimum er framfýsin og beinleiðis, og á pallinum leggja teir bara brenni afturat bálinum. Tá fer alt upp í hægri eind við tónleiki, hugburði og úttrykki.

Joe & The Shitboys gera alt meira vart við seg uttanlands. Teir hava seinastu tíðina havt fleiri konsertir í Onglandi, og teir skulu spæla á Roskilde Festivalinum í summar.

Nú eru teir til reiðar at rista og skaka Summar Festivalin við framligum punktónleiki.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.