Skip to content Skip to footer

Danmark

Jonah Blacksmith

Um bólkin

Bólkurin, sum spælir modernaðan folk-rock, framførir á Vágsbø í august

Jonah Blacksmith er bólkur úr Thy í Danmark og spælir folk-rock. Brøðurnir Simon og Thomas Alstrup eru høvuðsmenn í bólkinum, og teir hava saman við einum systkinabarni og fýra øðrum tónleikarum skapt framúr góðan tónleikabólk, sum hevur fevnt fólkatónleikarock og givið tónleikinum hita, lív og kenslur.
Jonah Blacksmith hevur síðan 2014 útgivið fýra ummælararóstar útgávur, og teir hava verið nógv spældir í útvarpi. Nú hava teir tikið næsta stigið og skulu í summar spæla útseldar konsertir á stórum spælistøðum kring Danmark, umframt at teir spæla á kendum festivalum. Og so koma teir fyri fyrstu ferð til Føroya at spæla.

Í 2021 stórhittaði Jonah Blacksmith við sanginum “House of Fire”, og sangurin skapti grundarlag fyri stóra gjøgnumbrotinum. Aðrir kendir sangir eru “Secrets In The Water”, “Brothers” og “Daughter of Jonah”.
– Vit skriva persónligar sangir, sum hava týdning fyri okkum – sangir um okkara egna lív. Og vit halda, at tað gevur okkum eina kenslu av felagsskapi við okkara lurtarar, at sangirnir eru so viðkvæmir og persónligir, siga høvuðsmenninir í Jonah Blacksmith.
Jonah Blacksmith spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.