Skip to content Skip to footer

Føroyar

Jørgin Dahl

Um bólkin

Jørgin Dahl er slóðari í føroyskum rocktónleiki, og hann er aktuellur við nýggjum sangum.

Mong fólk hava umvegis nýggjar sjónvarpssendingar kunnað upplivað, hvussu Jørgin Dahl og Straight Ahead í sjeytiárunum slóðaðu fyri føroyskum rocktónleiki. Og 50 ár eftir fyrstu útgávuna hjá Straight Ahead hava fagnaðarkonsertir verið í Varpinum í Klaksvík.

Millum kendastu sangir hjá Straight Ahead eru “Komið øll við”, “Upp á gólv” og “Heading for Disaster”.

Í ár fyllir Summar Festivalurin 20 ár, og tí er upplagt, at Jørgin Dahl verður við á festivalinum í heimstaðnum Klaksvík.

Jørgin Dahl verður partur av serligari 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum, sum verður á Vágsbø. Eisini fara aðrir kendir tónleikarar at luttaka.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.