Skip to content Skip to footer

Føroyar

Kári Fossdalsá

Um bólkin

Kári Fossdalsá av Toftum hevur góða rødd, hann syngur væl, og hann hevur eina natúrliga útstráling, sum styrkir hansara framførslur.

Hann kom mest sum burtur úr ongum, tá ið hann var við í donsku sangkappingini X Factor 2022, men hann hevði eyðsýnt talent og mentist í stórum undir kappingini. Síðani hevur hann javnan spælt til ymisk tiltøk, og nú kemur hann aftur á landsins størsta tónleikatiltak at spæla.

Kári er aktuellur við nýggjum sangum og nýggjari útgávu.

Kári Fossdalsá spælir á Torginum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.