Karl Martin Samuelsen er ein av undangongumonnunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var og er sangari í rockbólkinum Hjarnar, sum hava fleiri útgávur á baki og hava gjørt nøkur av stóru føroysku rockhittunum – ikki minst balladan Breaking My Heart og rocksangurin Alla Nátt. Karl Martin hevur eisini verið partur av poppbólkinum JOKA, hann hevur sungið á barnaútgávum og á nógvum øðrum útgávum. Karl Martin kann tríva í eitt imponerandi savn á sangum, tá ið hann fer á pallin at framføra. Hesaferð fer hann at spæla kendar sangir, ið hann hevur framført gjøgnum árini, og hann hevur eisini okkurt nýtt við sær á pallin. Karl Martin hevur ein væl mannaðan bólk við sær á pallin og lagt er upp til eina ordans framførslu við framúr góða rocksangaranum.
Um bólkin
Karl Martin Samuelsen er ein av undangongumonnunum í føroyskum rocktónleiki. Hann var og er sangari í rockbólkinum Hjarnar, sum hava fleiri útgávur á baki og hava gjørt nøkur av stóru føroysku rockhittunum – ikki minst balladan Breaking My Heart og rocksangurin Alla Nátt.
Karl Martin hevur eisini verið partur av poppbólkinum JOKA, hann hevur sungið á barnaútgávum og á nógvum øðrum útgávum. Karl Martin kann tríva í eitt imponerandi savn á sangum, tá ið hann fer á pallin at framføra.
Hesaferð fer hann at spæla kendar sangir, ið hann hevur framført gjøgnum árini, og hann hevur eisini okkurt nýtt við sær á pallin.
Karl Martin hevur ein væl mannaðan bólk við sær á pallin og lagt er upp til eina ordans framførslu við framúr góða rocksangaranum.