Skip to content Skip to footer

Føroyar

Kristel Lisberg

Um bólkin

Kristel Lisberg byrjaði longu sum ung genta at syngja country, og árini síðani hevur hon serliga útgivið og framført country, soul og popp – onkuntíð snildisliga samanblandað í kensluríkan countrypopp.

Seinasta hittið hjá Kristel var sangurin "It's Killing Me", og á Summar Festivalinum fer hon at framføra sangin fyri fyrstu ferð í Føroyum. Hon fer eisini at spæla nýggja sangin "Slow Burn”. Hetta er sangur, ið er skrivaður av kendum sangskrivarum í Nashville, sum áður hava arbeitt saman við Miranda Lambert og Kacey Musgraves. Óli Poulsen hevur framleitt sangin. Aftrat tí fer hon eisini at framføra klassiskar countrysangir

Í bólkinum hjá Kristel Lisberg spæla Janus Kampmann, Josva Debes, Pauli Magnussen, Magni Husgaard og Jákup Zachariassen.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.