Skip to content Skip to footer

Føroyar

Kristina Bærendsen

Um bólkin

Kristina Bærendsen verður við, tá ið Summar Festivalurin verður hildin í august mánaði.

Dugnaliga føroyska songkvinnan, sum er búsitandi í Íslandi, fer at hava konsert saman við bólki sínum á landsins størsta tónleikatiltaki.

Kristina Bærendsen hevur sungið og framført, síðani hon var ung genta. Hon gjørdist veruliga landskend, tá ið hon fór at framføra saman við countrykonginum Halli Joensen, og eftir at hon hevði givið fløgu út í 2012, fann hon flogið sum solistur.

Kristina hevur serliga sungið country, men eisini gospel og popp, og bæði á útgávum og konsertum hevur hon verið sannførandi. Í fjør átti hon ein av mest spældu føroysku sangunum, "Mister Right", sum var ein av finalistunum til at verða Ársins útvarpshitt.

Kristina Bærendsen fer at spæla kendar sangir hjá sær og onkrar nýggjar, tá ið hon hevur framførslu á Summar Festivalinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.