Skip to content Skip to footer

Føroyar

Laila & Malan

Um bólkin

Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali.

Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt nú lívligan rock og fangandi popp.

Á Summar Festivalinum fara tær at framføra sum duo, og aftrat sær hava tær væl spælandi tónleikarar.

Tær spæla góðar og kendar sangir til stóru fjøldina, og hetta verður uppløgt høvi hjá fólki at syngja og liva við.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.