Skip to content Skip to footer

Føroyar

Lena Andersen

Um bólkin

Seinnu árini hevur Lena Andersen verið ein av mest virknu tónleikarunum í Føroyum. Hon hevur skrivað tónleik, givið út og spælt víðhvar – bæði her heima og í útlondum.
Eisini hevur Lena vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín tónleik og verður roknað sum ein av landsins bestu artistum.
Nú fer Lena á fyrsta sinni at spæla á landsins størsta tónleikapalli – stóra palli á Summar Festivalinum.
Lena hevur áður havt framførslu á Summar Festivalinum, men hesaferð verður tað við fullum bólki á Vágsbøi.
Lena Anderssen byrjaði av álvara sína yrkisleið sum tónleikari, eftir at hon hevði verið við í sangleikinum Skeyk og fór at samstarva við Niclas Johannesen, sum seinni gjørdist maður hennara.
Tey bæði hava nú í nógv ár samstarvað um tónleikin, tey hava verið nógv á ferð í útlondum, og tey hava skrivað og innspælt framúr góðar poppsangir.
Fyrsta útgávan hjá Lenu var Long Distance frá 1998, og seinni tá ið tey framleiddu I Still Love You fingu tey kanska størsta hittið tey hava havt.
Í 2005 kom fløgan Can’t Erase It, tvey ár seinni Let Your Scars Dance og fyri góðum tveimum árum síðani Letter From The Faroes.
Nú er Lena í holt við at innspæla tónleikin til nýggja fløgu, sum skal koma út í summar.
Lena hevur fleiri ferðir vunnið heiðurslønir fyri sín tónleik. Hon vann í 2011 tríggjar Planet heiðurslønir, og áður hevur hon eisini vunnið Planet heiður og tónleikavirðislønina hjá Dimmalætting.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.