Útgávuaktuella songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.
Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.
Fyri í ár kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og tað er enn eitt stórverk. Ellivu sangir á einari serstakliga góðari og snøggari lp plátu, sum Sosialurin í ummæli hevur latið seks av seks stjørnum.
Lena Anderssen spælir við bólki á Summar Festivalinum 2024.
Um bólkin