Skip to content Skip to footer

Føroyar

Lena Anderssen

Um bólkin

Lena Anderssen hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.

Hon hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir.

Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.

Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir.

Lena Anderssen spælir saman við bólki í Tjaldinum á ársins Summar Festivali.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.