Skip to content Skip to footer

Føroyar

Linda Andrews

Um bólkin

Songkvinnan Linda Andrews fer at hava konsert á Summar Festivalinum í ár.

Fyri umleið tretivu árum síðani flutti hon til Danmarkar at royna seg sum songkvinna, og væl hevur gingist henni.

Hon fekk stóra gjøgnumbrotið í breiðu fjøldini, tá ið hon í 2009 vann donsku X Factor kappingina. Hon vann kappingina sannførandi við framúr framførslum og einari fantastiskari rødd.

Linda hevur útgivið átta plátur, og tvær av teimum hava fingið sonevnda platin-heiðursløn fyri sølu í Danmark.

Hon hevur eisini verið sera virkin sum kórsangari og hevur sungið fyri saman við eitt nú Blå Øjne, Clemens, The Antonelli Orchestra, Carolu, Johnny Logan, SNAP og fleiri. Hon hevur eisini fleiri ferðir verið kórsangari í Grand Prixnum og hevur stjórnað fleiri kórum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.