Skip to content Skip to footer

Føroyar

Magni Christiansen

Um bólkin

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli.

Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen aftur fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.

Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen fara at hava framførslu á Torginum, og teir fara at spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis "Við vegin", "Me And Bobby McGee", "Detroit City", "Her glaður eg ferðist" og aðrar.

Hetta verður ein góð konsertløta við kendum og væl umtóktum country- og gospelsangum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.