Skip to content Skip to footer

Føroyar

Marius

Um bólkin

Hans Marius Ziska fekk sítt tónleikaliga gjøgnumbrot við rockbólkinum Flux, sum gjørdi um seg í Prix Føroyar tónleikakappingini um aldarskiftið. Popputi rockbólkurin var væl umtóktur og hittaði nakrar ferðir við sínum sangum.

Síðani er nógv vatn runnið í ánni, men oddamaðurin í Flux er framvegis á tónleikaliga frontinum. Nú hevur hann bólkin Marius Ziska, sum spælir fólkakendan popp, har frálíku løgini hjá Mariusi eru grundarlagið. Saman við Mariusi spæla dugnaligir føroyskir tónleikarar.

Marius Ziska var fyri nøkrum árum síðani við í altjóða tónleikakappingini Global Battle of the Bands, og Marius hevur eisini spælt nógv í útlondum.

Í summar kann Marius Ziska eisini upplivast á palli á Summar Festivalinum, ið verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.