Skip to content Skip to footer

Føroyar

Marius Ziska

Um bólkin

Hans Marius Ziska hevur, síðani hann ungur tannáringur, verið virkin íføroyskum tónleiki. Hann hevur spælt lívligan rock, hann hevur framført vakrar, stillar sangir, og í øllum meldrinum av tónleikasjangrum hevur hann altíð hildið fast um tann góða sangin.

Marius Ziska telist millum teir dugnaligastu sangskrivararnar í landinum, og serliga seinnu árini hevur hann flutt seg nógv og hevur skrivað framúr góðar sangir – bæði á føroysku máli og enskum máli.

Við einum sterkum bólki afturat sær hevur Marius Ziska veruligt flog og innihald í sínum framførslum, og hann kann verða rúnarbindandi á palli.

Marius Ziska er stutt og greitt føroyskur tónleikur á hægsta altjóða stigi, og í august spælir Marius Ziska á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.