Skip to content Skip to footer

Føroyar

Øll elska Disney

Um bólkin

Síðani 1937 hevur Disney framleitt filmar til børn og vaksin kring allan heimin, og klassikararnir eru óteljandi – Snjóhvíta, Tarzan, Pinoccio, Peter Pan, Lion King, Tarzan, Cars og nógvir aðrir.
Í nógvum førum hevur Disney eisini skrivað og innspælt nýggjan tónleik til filmarnar, og nógvir av sangunum eru blivnir hitt og klassikarar.
Á Summar Festivalinum fara føroyskir sangarar og tónleikarar at tulka kendar Disney-sangir á familjukonsert á Vágsbø. Tey fara at framføra sangir úr filmum sum The Lion King, Tarzan, Zootropolis, The Jungle Book, Vaiana og Cars.
Konsertin við heitinum "Øll elska Disney" var fyrstu ferð hildin í fjør, og nú verður hon endurtikin við nýggjum sangarum og sangum.
Hetta verður konsert fyri alla familjuna við framúrskarandi Disney-sangum, sum fólk kring heimin hava tikið til sín.
Sangarar á konsertini vera Sophilia og Bjarki, sum eru kend úr sjónvarpsrøðini Hoydalar, og Laila Carlsen.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.