Skip to content Skip to footer

Føroyar

Páll Finnur Páll

Um bólkin

Síðani aldarsskiftið hevur Páll Finnur Páll verið millum mest markantu bólkar í føroyskum tónleiki. Teir eru bæði argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum veruligu hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið tónleik út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruliga hetjustøðu á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum »Forelskaður sjónleikari«, »Herbergið«, »Eg fari mín egna veg«, »Grannin«, »Mín russiski vinur« og fleiri. Bólkurin hevur eisini útgivið væl umtóktar sangir seinnu árini.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.