Skip to content Skip to footer

Føroyar

Quarter To Three

Um bólkin

Bólkurin Quarter To Three spælir lættan popptónleik, har teir eisini blanda aðrar tónleikastílir – eitt nú bossanova – inn í løgini. Fleiri av sangunum hjá teimum hava verið hitt seinastu árini – eitt nú sangirnir Eg Vildi Bara, The Stage, Liv og Lær og Saman Við Tær.

Quarter To Three er mannaður við royndum tónleikarum úr Klaksvík. Petur Hans Niclasen og Magni Husgaard, sum vóru partur av væl umtókta 90’ara bólkinum Aria, spæla saman við Dánjali Kjærbo, Jógvan Fróða Baldvinsson og Jens Paula Joensen.

Quarter To Three spælir í Ver tjaldinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.