Skip to content Skip to footer

Danmark

Rasmus Seebach

 

 

Um bólkin

Hann er tann stóra og fólkakæra poppstjørnan, sum við fangandi poppsangum savnar fólk í øllum aldri á konsertum og festivalum.

Rasmus Seebach fekk stóra gjøgnumbrotið við fyrstu útgávuni í 2009, og síðani hevur hann støðugt verið at finna á hitlistum og á stóru pallunum. Sangir sum "Engel", "Øde ø", "Millionær", "Falder", "Olivia", "I mine øjne", "Under stjernene på himlen" og "Lidt i fem" eru millum hittini, sum tann stóra og breiða fjøldin hevur tikið til sín.

Við óteljandi hittum, stórari plátusølu, milliónum av stroymingum og nógvum heiðurslønum telist Rasmus Seebach millum teir allarstørstu artistarnar í donskum tónleiki nakrantíð.

Føroyingar hava eisini lurtað nógv eftir Rasmus Seebach, og hann hevur havt fleiri framúr konsertir í Føroyum. Nú kemur hann aftur á landsins størsta tónleikapall at spæla ársins poppkonsert. Og tað verður við sínum stóra showi.

Í november hevði Rasmus Seebach fimm fullkomiliga útseldar arena-konsertir í Danmark. Tey 75.000 atgongumerkini til Royal Arena og Jysk Bank Boxen vórðu seld eftir stuttari tíð. Fleiri føroyingar vóru á hesum konsertum, meðan nógvir aðrir ikki fingu fatur á atgongumerkjum, tí øll vildu á konsert.

Rasmus Seebach er framúr á palli. Hann er góður sangari, dugir væl at framføra, hevur fantastiskan bólk í rygginum, er næverandi og fyrikomandi, og hann dugir at skapa heilt serligt samband við áhoyrararnar.

Fólk kunnu gleða seg til ársins stóru konsert á Summar Festivalinum 2026.

Rasmus Seebach spælir á Vágsbø fríggjakvøldið 7. august.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.