Skip to content Skip to footer

Føroyar

Reiley

Um bólkin

Poppsangarin Reiley er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið.

Tað var bragd av teimum heilt stóru, at Reiley vann sær pláss í europeisku Eurovision kappingini, og hann hevði flotta og fangandi framførslu á pallinum í Liverpool, haðani framførslan var sjónvarpað til hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin.

Reiley er dugnaligur og kreativur tónleikari, sum skrivar fangandi poppsangir, syngur, dansar, framførir og skapar sítt egna úttrykk við litum og ljóði. Hann hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars, Cardi B og Kelly Clarkson. Reiley er eitt heilt serstakt talent, sum er komin langt í altjóða tónleikavinnuni og kann koma enn longri næstu árini.

Reiley hevur longu hittað við sangum sum "Let It Ring", "Breaking My Heart", "Blah, Blah, Blah", "Superman" og "Moonlight", og fleiri góðir sangir eru í væntu frá honum.

Í august spælir Reiley á Summar Festivalinum í Klaksvík. Landsins størsti tónleikapallur á Vágsbø er sum gjørdur til størstu føroysku poppstjørnuna, og ung sum gomul fáa har møguleikan at uppliva gávaða sangaran og hansara litríka show.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.