Skip to content Skip to footer

Føroyar

RSP

Um bólkin

Væl umtókti rappbólkurin spælir á landsins størsta tónleikatiltaki í august
Nú hittast heitasti rappbólkurin í Føroyum og landsins størsta tónleikatiltak á fyrsta sinni.

RSP spælir á Summar Festivalinum í august, og bólkur og festivalur kunnu lova, at tað verður uppliving fyri lívið. Ja, tað kann neyvan verða størri.

RSP brakaði ígjøgnum ljóðmúrin við sanginum “Send mær meira pengar”, sum júst er kosin ársins útvarpshitt. RSP vann eisini heiðursløn sum Ársins spíri á FMA.

RSP spælir framfýsnan hip-hop við ósmædnum tekstum og góðum løgum, og teir eru framúr á palli. Nú fara teir at spíla seg út á størsta tónleikatiltakinum í Føroyum, og tað verður minniligt.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 3. til 5. august.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.