Sakaris Emil Joensen framførir undir listarnavninum Sakaris, og tá hann er á palli er lagt upp til ein lívaliga framførslu við góðum elektropoppi. Sakaris er framúr at skapa og framleiða elektrotónleik, og við einum sera góðum tevi fyri fangandi løgum og góðum samansetingum av orðum, er Sakaris blivin ein favorittur millum tey nýggjaru føroysku poppnøvnini. Sakaris hevur spælt í útlandinum, og har hava tey tikið sera væl ímóti honum. Nú spælir Sakaris á landsins størsta tónleikafestivali, og tað ger hann á Koda pallinum á Torginum
Um bólkin
Sakaris Emil Joensen framførir undir listarnavninum Sakaris, og tá hann er á palli er lagt upp til ein lívaliga framførslu við góðum elektropoppi.
Sakaris er framúr at skapa og framleiða elektrotónleik, og við einum sera góðum tevi fyri fangandi løgum og góðum samansetingum av orðum, er Sakaris blivin ein favorittur millum tey nýggjaru føroysku poppnøvnini.
Sakaris hevur spælt í útlandinum, og har hava tey tikið sera væl ímóti honum.
Nú spælir Sakaris á landsins størsta tónleikafestivali, og tað ger hann á Koda pallinum á Torginum