Skip to content Skip to footer

Føroyar

Signar í Homrum

Um bólkin

Ein av teimum heilt stóru konsertunum, sum nakrantíð hava verið á Summar Festivalinum, var framførslan hjá Signari í Homrum og hansara monnum í Flagstjaldinum í fjør. Á onkran hátt gekk løtan upp í eina hægri ein og ein óvanligan stemning millum tónleikarar, tónleik og áhoyrarar.
- Summar Festivalurin í fjør var ein heilt serlig uppliving fyri okkum. Eg veit ikki heilt, hvat vit høvdu væntað, men tað, sum hendi, kom óvart á okkum. At tað skuldi blíva ein slíkur fantastiskur stemningur í tjaldinum var ein stór uppliving, sigur Signar í Homrum.
Signar í Homrum hevur síðani Summar Festivalin í fjør av álvara verið millum profilarnar í føroyskum tónleiki, og í august fer hann aftur at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.
- Vit ivaðust ikki eina løtu, nú vit vórðu spurdir, um vit vildu verða við aftur í ár. Tað er ikki nakar betur pallur í Føroyum enn Summar Festivalurin. Væntandi kunnu vit fáa onkrar nýggjar sangir út áðrenn festivalin, so tað verður eisini spennandi at vita, hvussu móttøkan av teimum verður, sigur Signar í Homrum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.