Skip to content Skip to footer

Føroyar

Signar & John

Um bólkin

Signar í Homrum spælir konsert saman við John Johansen á ársins Summar Festivali.

Signar hevur seinnu árini verið nógv frammi sum solistur. Hann hevur givið væl umtóktar sangir út, og hann hevur havt óteljandi framførslur á størri og smærri tiltøkum kring landið.

Serligt samband er millum Signar og Summar Festivalin, tí var kanska við einari heilt serligari framførslur í Tjaldinum á Summar Festivalinum, at hann fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur. Síðani hevur Signar havt fleiri framúrskandi konsertir á landsins størsta tónleikatiltaki.

Signar í Homrum fer í ár at hava framførslu saman við trúfasta fylgisneytanum John Johansen á hugnaliga Torginum mitt á festivaløkinum.

Teir fara at spæla sangir sum "Tað er gott at elska", "Kærleikans mátt", "Sorgblídni", »So eg vil vera" og aðrar, sum hava verið nógv spældir og sungnir, og sum kunnu savna føroyingar í heilhjartaðan felagssang.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.