Skip to content Skip to footer

USA

Suzi Quatro

Um bólkin

Hon er eitt veruligt ikon. Ein legenda. Í 1970'unum slóðaði hon fyri kvinnum í altjóða rocktónleiki, og nú hálva øld seinni syngur hon framvegis øll tey stóru hittini við eyðkendu hásu røddini. Nú kemur til Føroya at framføra.

Suzi Quatro spælir á Summar Festivalinum í august, og hetta verður fyrstu ferð, at hon kann upplivast á palli í Føroyum. Í grundini er tað ótrúligt, at hon ikki hevur verið her áður, tí føroyingar hava lurtað nógv eftir Suzi Quatro, og hon hevur uttan steðg spælt konsertir, síðani hon var ung genta. Men leingi er tað, ið væl skal vera, og nú verður tað.

Suzi Quatro vaks upp í Detroit í USA, men tað var, eftir at hon sum ung kvinna flutti til Onglands, at hon fekk stóra gjøgnumbrotið sum solistur. Fyrsta hittið var »Can The Can«, og í ár eru tað júst 50 ár liðin, síðani sangurin var ovast á hitlistunum. Eftir tað komu sangir sum »She's In Love With You«, »If You Can't Give Me Love«, »Stumlin' In« og fleiri sangir, sum eru kendir um allan heim.

Suzi Quatro er virdur bassspælari, og hesa hálvu øldina síðani fyrsta hittið hevur hon verið á odda fyri sínum egna bólki sum sangari og bassspælari. Og hon er framvegis sera væl fyri og virkin. Hon hevur væl spælandi bólk við kórsangarum og blásarum við sær, og tey spæla framúr væl. Føroyingar fáa eina fantastiska konsert frá Suzi Quatro, sum gleðir seg at koma til Føroya á fyrsta sinni.

– Føroyar eru eitt av fáu støðunum, har eg ikki havi spælt. Eg havi hoyrt nógv um, hvussu vakurt tað er í Føroyum, og tað er spennandi umsíðir at sleppa at spæla í Føroyum. Eg ætli mær at koma í góðari tíð, so eg eisini fái uppliva landið eitt sindur, sigur Suzi Quatro.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.