Skip to content Skip to footer

Føroyar

Systrarnar á Lakjuni

Um bólkin

Evy, Victoria og Paula á Lakjuni hava allar roynt seg við tónleiki – bæði á útgávum og á palli – og nú sameinast systrarnar til framførslu á Summar Festivalinum í august.

Victoriu kenna mong frá útgávuni av sanginum "Mary Did You Know", sum kom í 2017. Paula gav í fjør út sangin "Noel", og hon var eisini ein av sangarunum á kenda sanginum "Tað kundi verið eg". Evy hevur spælt klaver á útgivnum sangum hjá systrunum.

Saman við bólki fara tær dugnaligu systrarnar at hava konsert á Summar Festivalinum. Tær fara at spæla eitt úrval av føroyskum og útlendskum sangum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.