Skip to content Skip to footer

Føroyar

T.O.S.

Um bólkin

T.O.S. hevur verið eitt frískt lot í føroyskum gospeltónleiki. Kreativt stílbland, góð løg, sigandi tekstir og frálíkar framførslur hava gjørt T.O.S. til ein góða live-uppliving.

Bólkurin viðger álvarsom evni við einum brosi og lívligum tónum. Bólkurin spælir væl og kemur veruliga út millum fólki við sínum tónleiki.

Summar Festivalurin fegnast um, at hesin frálíki bólkurin nú vitjar aftur á festivalinum, og vit gleða okkum til framførsluna, sum verður í stóra tjaldinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.