Lívligi Trølla Pætur, garvilla Trølla Omman og framfýsna Ommudid fara at undirhalda á stóru barnakonsertini, sum verður á Vágsbø leygardagin á Summar Festivalinum.
Trøllini hava í meira enn fjórðingsøld undirhildið smáum og stórum, og tey kunnu framvegis fanga áhoyrarfjøldirnar við góðum sangum og skemti.
Fyrsti sangurin hjá Trølla Pæturi kom út í 1993, og fyrsti filmurin varð framleiddur í 1999. Síðani hava Trølla Pætur, hini trøllini og aðrir hjápersónar mest sum verið húsfólk hjá føroyingum. Børn nú á døgum hyggja framvegis eftir gomlu filmunum, og tey lurta eftir sangunum.
Trølla Pætur og Omman vóru við á fyrsta Summar Festivalinum í 2004, og nú landsins størsta tiltak kann halda 20 ára jubileum, verða festligu trøllini sjálvandi viðaftur á Vágsbø.
Um bólkin