Uni Debess er blivin ímyndin av føroyskum bluestónleiki. Hann hevur spælt í fleiri bluesbólkum og vann á sinni Prix Føroyar við bólkinum GoGo Blues. Uni hevur givið fitt av tónleiki út, og hóast hann onkuntíð er farin eitt sindur fólkatónleikaravegin, hevur hann ongantíð heilt slept bluestónleikinum, sum hann hevur verið so framúr góður til at tulka. Uni Debess ger góð løg og góðar sangir, og lagt er upp til blues av besta slagi, tá ið Uni spælir á Summar Festivalinum.
Um bólkin
Uni Debess er blivin ímyndin av føroyskum bluestónleiki. Hann hevur spælt í fleiri bluesbólkum og vann á sinni Prix Føroyar við bólkinum GoGo Blues.
Uni hevur givið fitt av tónleiki út, og hóast hann onkuntíð er farin eitt sindur fólkatónleikaravegin, hevur hann ongantíð heilt slept bluestónleikinum, sum hann hevur verið so framúr góður til at tulka.
Uni Debess ger góð løg og góðar sangir, og lagt er upp til blues av besta slagi, tá ið Uni spælir á Summar Festivalinum.