Skip to content Skip to footer

Føroyar

Vágaverk

Um bólkin

Góð tjúgu ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá Vágaverk, og bólkurin er framvegis aktuellur og viðkomandi.

Á fyrstu, sjálvnevndu, útgávuni í 2002 hittaði Vágaverk við sangunum "Túsund og ein nátt" og "Á trappuni hjá Lenu", sum eru blivnir klassiskarar. Í 2014 kom útgávan Drekkivatn við sangum sum "Hvar baby" og "Ljóta verð gamla mer". Seinasta útgávan hjá Vágaverk, Ivaveður, kom seint í fjør, og av henni kenna fólk sangir sum "Bommilomm" og "Cajun baby".

Jóan Jakku Guttsen og Sámal Ravnsfjall eru høvuðsmenn í Vágaverk. Teir teljast millum legendurnar í føroyskum tónleiki og eru millum fremstu umboð fyri vágasound.

Nú koma teir á Summar Festivalin við øllum teimum frálíku sangunum hjá Vágaverk og hava framúr góðan bólk afturat sær.

Vágaverk eru:

Jóan Jakku Guttesen, sang

Sámal Ravnsfjall, sang og gittar

Leivur Thomsen, gittar

Jón McBirnie, bass

Kim Hansen, keyboard

Brandur Jacobsen, trummur

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.