Bólkurin Tinganest hevur av serligum orsøkum givið avboð til Summar Festivalin 2025.
Bólkurin var kunngjørdur fyri tveimum mánaðum síðani, og ætlanin var, at væl umtókti vágabólkurin skuldi spæla í Tjaldinum leygarkvøld, men teir fáa tíverri ikki luttikið.

