Skip to content Skip to footer

Tjaldpláss og lívlig gøta

Summar Festivalurin bjóðar fólki at gista í hugnaligari tjaldbygd mitt á festivaløkinum.

Nógv fólk – ikki minst ungfólk – fara at gista í tjaldbygdini, og á gøtuni fram við tjaldplássinum verður mangt og hvat at uppliva og njóta.

Har verða matsølur, sølubásar, spennandi aktivitetir, eitt nú 7D bio og Wipe Out, og mangt annað. 

Her kanst tú síggja video-samrøðu við Ragnhild Ellingsgaard um tjaldplássið og gøtuna:

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.