Skip to content Skip to footer

UB40-hittini fara at runga

Í dag er annar dagurin á Summar Festivalinum í Klaksvík.

Stóra navnið á hesum konsertdegnum er enski reggae-poppbólkurin UB40 við sangaranum Ali Campbell á odda. UB40 hevur hittað við sangum sum “Red Red Wine”, “Can’t Help Falling In Love”, “Kingston Town” og “The Way You Do The Things You Do”. Bólkurin hevði fleiri enn 50 sangir á bretska hitlistanum og hevur selt yvir 70 milliónir plátur.

Føroyski hittbólkurin Dynamit hevur havt nógvar minniligar framførslur á Vágsbø, og teir vera aftur á bønum í kvøld. 

Konsertir vera eisini við Swardi, jazzygold, Grandma’s Basement, Systrunum á Lakjuni, Herborg Torkilsdóttir, Ester Skála og Kalas.

Fyrsta konsertin verður klokkan 19 og tann seinasta klokkan 03 í nátt.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.