Skip to content Skip to footer

ATGONGUMERKI

PRÍSIR

Prísir fram til 3. august 2026
Vikuskiftispass, vaksin (13 ár og eldri): 1.250 kr.
Vikuskiftispass, børn (6-12 ár): 350 kr.
Vikuskiftispass, børn (0-5 ár): Ókeypis

Prísir frá 4. august 2026 og við dyrnar
Vikuskiftispass, vaksin (13 ár og eldri): 1.495 kr.
Vikuskiftispass, børn (6-12 ár): 400 kr.
Vikuskiftispass, børn (0-5 ár): Ókeypis

Dagsbillettir kunnu bert keypast við dyrnar
Dagsbillett, hósdagur (vaksin): 850 kr.
Dagsbillett, fríggjadagur (vaksin): 950 kr.
Dagsbillett, leygardagur (vaksin): 950 kr.

ARMBOND

Armbond fáast á hesum støðum

Telebúðin í Klaksvík:
Týsdagin 4/8 kl. 10-17:30
Mikudagin 5/8 kl. 10-17:30
Hósdagin 6/8 kl. 10-17:30
Fríggjadagin 7/8 kl. 10-18

Effo-støðin í Leirvík:
Týsdagin 4/8 kl. 14-18
Mikudagur 5/8 kl. 12-20
Hósdagur 6/8 kl. 12-20

Torgið í SMS í Havn:
Týsdagin 4/8 kl. 14-18
Mikudagin 5/8 kl. 14-18
Hósdagin 6/8 kl. 14-18

NÁTTARBUSSUR

Náttarbussur koyrir úr Klaksvík øll trý festivalkvøldini. Koyrt verður frá busslummanum við KFUM. Bussurin hevur tlf. 729899. Koyrt verður soleiðis:

Hóskvøldið 6/8 kl. 02:30
Fríggjakvøldið 7/8 kl. 04:30
Leygarkvøldið 8/8 kl. 04:30

Bussurin koyrir út á Toftir og ígjøgnum Eysturoyartunnilin til Havnar.
Tað kostar 250 krónur at koyra við Náttarbussinum.

CAMPING

Summar Festivalurin bjóðar fleiri øki til campingvognar.

Keyp campingpláss her

TJALDING

Summar Festivalurin hevur sera hugnaliga tjaldbygd mitt á festivaløkinum. Tað ber ikki til at búgva meira sentralt á Summar Festivalinum, og haðani er upplagt at njóta tann lívliga festivalin.

Keyp pláss í tjaldbygdini her

SKILHALDSREGLUR

Summar Festivalurin er tiltak við tónleiki, undirhaldi, mati og drekka, hugna og samveru fyri fólk í øllum aldri. Øll eru vælkomin á Summar Festival.

Vit kunnu øll vera við til at fáa tiltakið at vera gott, trygt og hugnaligt. Vit kunnu taka ábyrgd av okkara egna atburði og vísa fyrilit fyri øðrum. Vit kunnu vera fyrikomandi, hjálpsom og ansin.

Summar Festivalurin hevur egið trygdareftirlit og vaktarhald á festivaløkinum og samstarvar við myndugleikar og felagsskapir um trygd, tilbúgving og annað.

– Atgongd til festivaløkið er bert loyvt við galdandi armbandi.
– Við inngongdirnar kunnu vaktarfólk kanna fólk um neyðugt.  
– Tað er ikki loyvt at hava drykkjuvørur (glasfløskur, blikk og annað) við inn á festivaløkið.
– Lutir, sum kunnu órógva fólk og festival, kunnu ikki takast við inn. 
– Fólk við framferð, sum kann skapa ótta ella ótryggleika, fáa ikki atgongd til festivaløkið. 
– Alkohol verður selt á festivaløkinum til fólk yvir 18 ár. Starvsfólk í barrunum spyrja um myndaprógv, um ivamál er um aldurin. Tað er ikki loyvt vaksnum at keypa alkohol fyri ung undir 18 ár.
– Rúsevni eru strangliga bannað á festivaløkinum. Fólk, sum hava rúsevni hjá sær, nýta rúsevni ella lata øðrum, verða meldað til løgregluna og burturvíst av økinum.
– Allur ágangandi ella hóttandi atburður er bannaður og hevur við sær burturvísing av festivaløkinum. Harðskapur ella hóttanir um harðskap verða meldað til løgregluna. 
– Boð frá trygdarfólki og ábyrgdarpersónum skulu aktast.

Vit ynskja øllum ein góðan, friðarligan og hugnaligan festival!

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.