Skip to content Skip to footer

Ungur og sprelskur rockbólkur

Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og nú skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki. 

Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir í august skulu hava konsert í tjaldinum á Summar Festivalinum.

Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú “Bjarta”, “Spillikassin” og “Eg vil koyra skjótari”. Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava luttikið í tónleikakappingunum Sement og Stella Polaris.  

Teir eru framfýsnir og undirhaldandi á palli og hava vunnið sær trivaligan fjepparaskara.

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.