Í kvøld verður SF 20 ÁRA JUBILEUMSKONSERT á Vágsbø klokkan 22:00.
Á hesari konsert fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin.
Á konsertini framføra yvir 20 tónleikarar og sangarar. Spældir verða sangir, sum hava verið framførdir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini.
Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.
Her kanst tú síggja reportasju úr venjingarhølinum:
